Bakkafrost: Góð ársbyrjan

BySuðuroyarportalurin

19. mai 2026

Úrslitið eftir skatt varð 307 milliónir krónur í fyrsta ársfjóðringi 2026. Góð lívfrøðilig gongd gav høga miðalvekt, lágt felli og met høga tøku í ársfjórðinginum

Rakstrarúrslitið í fyrsta ársfjórðingi 2026 fyri alt Bakkafrost samtakið var 544 milliónir krónur, samanborið við 505 milliónir sama ársfjórðing í fjør.

Tøkan í Føroyum var 25.139 tons og 6.198 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 18.914 tons og 6.286 tons sama tíðarskeið í fjør.

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:“Samanumtikið, eru vit nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðingi. Rakstrarliga var ársbyrjanin góð fyri Bakkafrost. Góður vøkstur var i sjógvalingini, tøkan metstór fyri ein fyrsta ársfjórðing, miðalvektin á tikna fiskinum var høg og fóðurfaktorin lágur. Fiskurin var væl fyri, og fellið lágt.

Kostnaðargondin í sjógvalingini batnaði enn meira, ið sást aftur í kostnaðinum á tikna fiskinum, sum var 13% lægri enn í sama ársfjórðingi í fjør.

Framleiðslukostnaðurin í smoltframleiðsluni batnaði eisini, drivið av betri gagnnýtslu av framleiðsluorkuni á smoltstøðunum, sterkari kostnaðarstýring og góðari smoltdygd. Hetta hevði við sær, at smoltkostnaðurin var 10% lægri enn í fyrsta ársfjórðingi 2025. Fyri framman er tó útlit til, at prísirnir á rávørum til fóðurframleiðsluna fara at hækka, og hetta kann fara at mótvirka jaligu kostnaðargongdini. Við støði í góðu lívfrøðiligu gongdini, høga biomassanum á sjónum, hækka vit útlitini til væntaða tøkumongd í Føroyum fyri 2026 úr 92.000 tonsum upp í 97.000 tons. Vit hækka eisini væntaðu fóðurframleiðsluna úr 165.000 tonsum til 175.000 tons, sum eina avleiðing av væntaðum hægri vøkstri.

Í Skotlandi var lívfrøðiliga gongdin í sjógvalingini støðug í ársfjórðinginum, og fellið var lægri enn í fyrsta ársfjórðingi 2025. Í 2026 verður biomassin á sjónum so líðandi skiftur út við stór hágóðskusmolt frá Applecross. Ágóðarnir av hesi broyting væntast at gerast meira sjónligir frá 2027 og frameftir, við betri fiskaheilsu, betri vøkstri og lægri lívfrøðiligum váða. Laksamarknaðurin var merktur av munandi øktum útboði í fyrsta ársfjórðingi, og góður eftirspurningurin var á fleiri marknaðum, serliga í Kina.

Marknaðarprísurin á laksi lækkaði í mun til fyrsta ársfjórðing 2025, og útboðið væntast at gerast meira avmarkað frá øðrum ársfjórðingi og restina av árinum. Fraktkostnaðurin er munandi dýrkaður í øðrum ársfjóðringi sum avleiðing av heimsstøðuni. Okkara strategisku raðfestingar eru óbroyttar. Vit raðfesta at tryggja góða fiskaheilsu, høgan kostnaðar-effektivitet og at fremja okkara íløguætlan íð tryggjar langtíðar burðardygga virðisskapan.”

Roknskapurin fyri fyrsta ársfjórðing 2026 er at finna á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com

Facebook viðmerkingar