Vágs Kommuna og Porkeris Kommuna hava gjørt avtalu um samstarv um ungdómshúsið í Vági. Avtalan merkir, at børn og ung úr Porkeri kunnu eftir summarfrítiðina gera brúk av ungdómshúsinum í Vági.
Talan er nú um eitt meira formelt samstarv, tá børn og ung í Porkeri frammanundan hava havt møguleikan at vitja ungdómshúsið.
Avtalan er í fyrstu syftu galdandi frá august og til ársenda og verður síðani eftirmett og kann leingjast. Við avtaluni verður latið upp fyri, at fleiri børn og ung kunnu fáa gleði av teimum tiltøkum og sosialu felagsskapunum, sum ungdómshúsið í Vági hevur at bjóða.
Endamálið er at skapa góðar, tryggar og skipaðar karmar fyri ung í økinum, har tey kunnu hittast, vera saman og luttaka í ymiskum virksemi.


Facebook viðmerkingar