Fríggjadagin 8. mai vardi Tóra Oluffa Stenberg Olsen ph.d.-ritgerð sína í støddfrøði á Aalborg Universitet.
Ritgerðin ber heitið: ”Statistical modelling of lineage marker data in forensic genetics”.
Í stuttum snýr ritgerðin seg um hagfrøðiliga myndlan av DNA dátum frá ættarmarkørum innan rættargenetik. Rættargenetikkur fevnir um at greina DNA-royndir frá brotsstøðum og samanbera tær við royndir frá teimum, ið eru undir illgruna fyri at hava framt brotsverkið, fyri at fáa greiðu á leikluti teirra í brotsverkinum. Á hendan hátt kann ein, ið er undir illgruna, verða útilokaður sum gevari av einum DNA-spori, um DNA-profilur hansara ikki samsvarar við DNA-prógvið frá brotsstaðnum. Men um DNA-profilurin hjá einum undir illgruna samsvarar við DNA-prógvið, skal vektin av samsvarinum ásetast, tí DNA-profilar hjá fleiri einstaklingum kunnu samsvara við sama DNA-prógvið.
Ritgerðin gevur nýggj innlit í nýtslu av dátugrunnum grundaðir á Y-kromosomið til at eyðmerkja møgulig brotsfólk í teimum førum, har eingin er undir illgruna, og veitir nýggjar tilgongdir og myndlar til at betra um ásetanina av vektini av einum samsvari millum DNA-profilar grundaðir á ávíkavist Y-kromosomið ella mitokondriu DNA.
Tóra hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Institut for Matematiske Fag.
Mikkel Meyer Andersen, lektari, hevur verið høvuðsvegleiðari.
Í metingarnevndini vóru:
Anne Marie Svane, lektari á Aalborg Universitet, forfólk
Corina Benschop, ph.d., granskari á Netherlands Forensic Institute
Niels Richard Hansen, professari á Københavns Universitet
Tóra heldur fram í post.doc. starvi á Aalborg Universitet.
Sí akademiskan vangan her
Mynd: © Privatmynd


Facebook viðmerkingar