Porkeris kommuna sóknast eftir dugnaligum starvsfólkum til dagrøktina og nýggja frítíðarskúlan

BySuðuroyarportalurin

1. juni 2026

Søkt verður eftir:

Einum námsfrøðingi at arbeiða 40 tímar um vikuna.

Einum hjálparfólki at arbeiða 40 tímar um vikuna.

Vit vænta av tær, at tú:

• Hevur hug og áræði at skapa ein mennandi og tryggan gerandisdag við virðing fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.

• At tú ert ábyrgdarfull/ur og kanst taka avgerðir.

• At tú ert tolin og nærverandi• Hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt.

• Ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

• At tú hevur eitt jaligt lyndi.

Vit bjóða tær eitt nýtt og spennandi starv, har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið.

Setanararviðurskifti:

Løn sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn:

Umsókn saman við møguligum prógvum og viðmælum verður send til Porkeris Kommunu, Við Á 8, 950 Porkeri ella við teldupost á porkeri@porkeri.fo, viðmerk starvslýsing.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15 juni.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Angelinu J. Gudmundsen, leiðara í dagrøktini, á telefon 251325 ella á mail dagroktin@porkeri.fo

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Porkeris kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Facebook viðmerkingar