Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27

BySuðuroyarportalurin

26. mai 2026
default

Hesi námsfrøðiligu størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026

  • 3 námsfrøðingar/stuðlar við 25 u-tímum um vikuna til innskúlingina og/ella sertilboðið. (tíðaravmarkað størv, setanarbrot 0,625)
  • 2 námsfrøðingar/stuðlar í forskúlanum “Glugganum” við 20 tímum um vikuna. (tíðaravmarkað størv )

Um skúlan:

Í Tvøroyrar skúla ganga skúlaárið 2026/27 umleið 225 næmingar í forskúla-10.flokki. Í skúlanum arbeiða 40-45 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, skrivari, reingerðarfólk og húsavørðar.

Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin (forskúli – 3. flokkur) fer fram, og mið- og hádeild á deildini í Tvøroyrar skúla. Vit hava, í samstarvi við býráðið og skúlastýrið, gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.

Søkt verður eftir námsfrøðingum/stuðlum, sum:

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
  • duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning
  • eru fús/ir at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávurnar, sum eru í skúlanum

Førleikakrøv, námsfrøðingar/stuðlar

  • Umsøkjarar skulu hava prógv sum námsfrøðingar ella sum námsfrøðihjálparar. Umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, kunnu søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava prógv.
  • Vit sóknast eftir námsfrøðingum/stuðlum, ið verða partar av sjálvstýrandi toyminum í sertilboðnum og/ella innskúlingini.

Lønar- og setanartreytir

  • Størvini verða lønt sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir við prógvi og CV skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9.juni 2026 kl. 12.00.

Umsóknir sendast til:

Tvøroyrar skúli

Kirkjubrekkan 3

FO – 800 Tvøroyri

ella á teldupost: tvo@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til

Jón Johannesen, skúlastjóri á tlf. 222320; teldupostur jon.johannesen@skulin.fo

Facebook viðmerkingar