Størv í Sumbiar skúla skúlaárið 2026/2027

BySuðuroyarportalurin

4. juni 2026

• 1 lærarastarv fyri lærara í farloyvi
• 1 tíðaravmarkað lærarastarv vegna avlopstímar (tímatalið verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. september 2026)
• 1 námsfrøðingastarv á 22 tímar um vikuna

Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:
• leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
• eru røkin, nærløgd og stundislig
• eru samstarvs- og virkisfús
• eru fyrikomandi
• eru sinnað at taka á seg uppgávur, ábyrgd og avbjóðingar, sum starvið krevur
• duga væl at samstarva
• hava góðar KT-førleikar

Førleikakrøv til lærarastarvið
Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgving. Tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava lokið prógv.
Skúlanum tørvar ein lærara, ið kann átaka sær uppgávuna sum flokslærari.

Lønar- og setanartreytir hjá læraranum
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum verður settur, er tænastumannasettur frammanundan.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Førleikakrøv til námsfrøðistarvið
Umsøkjarar skulu hava prógv sum námsfrøðingar og/ella royndir innan skúlaøkið. Umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, kunnu søkja á jøvnum føti við teimum, ið longu hava prógv.
Tann, ið settur verður, skal kunna taka næming úr undirvísingini, um tørvur er á tí, og stuðla undir undirvísingini hjá næminginum.

Lønar- og setanartreytir hjá námsfrøðinginum
Starvið sum námsfrøðingur er sáttmálasett og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Barnaváttan
Barnaváttan verður kravd fyri bæði størvini.

Umsókn
Umsóknir við CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 18. juni 2026 kl. 12.00.

Umsóknir verða sendar á teldupost: sum@skulin.fo
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Amy Martinsdóttir Thomsen á tlf. 220060 ella á omanfyri nevndu teldupostadressu.

Facebook viðmerkingar