Hátíðarhalda 40 ára dagin við almennari móttøku í Hovi

BySuðuroyarportalurin

10. juni 2026
Screenshot

Sunnudagin fyllir Lions Suðuroy 40 ár og tað verður hátíðarhildið við almennari móttøku í Lions húsinum í Hovi.

Móttøkan verður frá klokkan 14 til klokkan 17 og Lions vónar at síggja nógv fólk í felagshúsinum hesa løtuna.

Lions er ein vælgerðandi felagsskapur og hesi árini síðani Lions Suðuroy varð stovnaður, hevur klubburin latið tilsamans 4,7 milliónir í stuðuli til ymisk vælgerðandi og mentanarlig endamál.

Nógv tað mesta er latið í Suðuroy, men stuðul er eisini latin aðrastaðni í Føroyum, og eisini til vælgerðandi endamál uttanlands.

Á móttøkuni sunnudagin bjóðar Lions okkurt undir tonnina, men har verður eisini heimabingo har fólk fáa høvi at stuðla einum vælgerandi endamáli, og har ein av vinningunum er ein sera vakur, útskorin, fjallstavur.

Til børnini verður fiskibrunnur við ymsum vinningum.

Men á móttøkuni fer Lions Suðuroy eisini til at lata eina gávu upp á 40.000 krónur til eitt vælgerðandi endamál í Suðuroy. Gávan verður latin klokkan 15.

Bent Albinus, forseti í Lions í Suðuroy, sigur, at tað vóru 17 mans á stovnandi aðalfundinum fyri 40 árum síðani.
Fýra av teimum eru virknir í Lions enn, nevniliga Bent Albinus, Einar Larsen og Páll Tummasarson av Tvøroyri og Óli Holm úr Vági.

Í dag eru 39 limir í Lions Suðuroy og teir eru úr allari oynni, heilt úr Sandvík til Sumbiar.

Facebook viðmerkingar