Sunnudagin tóku Suðringar ímóti KÍ við Stórá. Talan var frammanundan um truplan dyst, men Suðringar stríddist sera væl og høvdu eisini møguleikan til at fáa úrtøku burturúr dystinum. Hepni var tó ikki við Suðringum, sum taptu dystin 0-1.
Páll Klettskarð legði KÍ framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki og hetta gjørdist einasta málið í dystinum. Suðringar høvdu í seinna hálvleiki skot á stongina.
Leygardagin á jóansøku taka Suðringar ímóti HB, sum er nýtt oddalið í Betrideildini eftir 2-1 sigur á B36 sunnudagin.
Mynd: Bjartur Vest.
Facebook viðmerkingar