Suðuroyar Sparikassi hækkar renturnar og dagførir tænastugjøld

BySuðuroyarportalurin

1. juli 2026

12. juni hækkaði danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25%-stigum.  
 
Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini hækkar renturnar. Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25 %-stigum. 
 
Harumframt dagførir Suðuroyar Sparikassi síni tænastugjøld.  
 
 Broytingarnar koma í gildi 31. august 2026. 
 
Rentu- og tænastuyvirlitini á heimasíðuni www.ss.fo verða dagførd, tá ið broytingarnar koma í gildi.

Facebook viðmerkingar