Norðlýsið: Fyrrverandi landsliðs- og yrkisfótbóltsleikarin Todi Jónsson er nú á veg inn í vinnulívið í Suðuroy. Saman við unnustuni Poulinu Øregaard letur hann upp nýggja kafé á Tvøroyri.
Kaféin verður í Kongabrekkuni á Tvøroyri. Sambært Toda er ætlanin at lata upp áðrenn Ólavsøku.
– Vit vænta at lata upp áðrenn Ólavsøku, men tað avhongur av, hvussu arbeiðið gongur og um vit fáa neyðugu góðkenningarnar upp á pláss, sigur Todi við Norðlýsið.
Tey hava funnið navn til staðið, men bíða eitt sindur afturat við at almennkunngera tað.
Todi leggur eisini dent á, at nógv góð hjálp er fingin á staðnum.
– Vit hava fingið sera góða hjálp frá lokalum kreftum, serliga frá Mortani Vang og hansara fólki, sigur hann.


Facebook viðmerkingar