Roknskaparleiðari til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

BySuðuroyarportalurin

10. september 2026

Søkt verður eftir roknskaparleiðara til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy til setan 1. okt. 2026 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fast starv.


Arbeiðsuppgávurnar eru:

– Fyrisitingarligar uppgávur, fíggjarstýring, herundir bókhald og roknskap
– Umsita dagliga bókhaldið, roknskapararbeiði og fyrifallandi skrivstovuuppgávur
– Luttaka í at gera fíggjarætlan, mánaðarroknskap og ársroknskap
– Ráðgeva leiðsluni í fíggjarligum spurningum, t.d. viðkomandi greiningum

Førleikakrøv:

– Útbúgving og royndir innan grannskoðan, bókhald/roknskap
– Starvsroyndir við bókhaldi og hava gott roknskaparinnlit
– Duga væl at orða seg á føroyskum og donskum máli
– Góð samstarvsevni
– Haraftrat er umráðandi, at viðkomandi kann arbeiða sjálvstøðugt
– Hevur hug og hegni at arbeiða í einum tvørfakligum toymi

Setanartreytir:

Setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag. Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum AKF og KAF. Viðkomandi skal kunna tola broytingar í starvinum.

Starvsstaðurin er (fyribils) á skrivstovuni á Vágsvegi 22 í Vági.

Nærri fæst við at venda sær til Hera Norðberg, stjóra, á tlf. nr.: 793501 ella á herin@bhs.fo.

Skrivlig umsókn við prógvum og viðmælum skal sendast til:


Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
Vágsvegur 22
FO-900 Vágur
ella við telduposti til bhs@bhs.fo.

Umsóknarfreistin er 24. sep. 2026.

______________________________________________________________________________________________________________

Bú- og Heimatænastan fevnir um alla eldrarøkt og heimatænastu í Suðuroynni. Eindirnar eru, Sambýlið í Hvalba, Ellis- og Røktarheimi á Tvøroyri, Sambýlið í Vági, Hamragarður og útiøkið.
Í Bú- og Heimatænastuni starvast í løtuni uml. 200 fólk, svarandi til uml. 140 ársverk.

Facebook viðmerkingar