Marghøllin stóra ávirkan á fótbóltin í Vági

Hóast tað bert eru 4½ mánaðir síðani at fyrstu venjingarnar vóru í Marghøllini, so hevur Marghøllin longu nú havt sera stóra ávirkan á fótbóltin í Vági.

Jón Pauli Olsen, høvuðsungdómsvenjari hjá FC Suðuroy, greiður frá, at við Marghøllini eru umstøðurnar til fótbólt í Vági vorðnar framúr góðar. Hetta ávirkar eisini áhugan hjá børnum og ungum at spæla fótbólt.

Okur hava serliga sæð eitt stórt lop í talinum av gentum og ungum kvinnum sum spæla fótbólt, sigur Jón Pauli, og leggur afturat, at tað í fjør vóru færri enn 5 gentur, sum spældu fótbólt, og í ár hava okur fleiri enn 70 gentur og ungar kvinnur í aldrinum frá U7 og upp til 2. deild kvinnur (sum er felagslið (red.)).

Eisini á dreingjasíðuni síggja okur, at tað eru nógv fleiri spælarar í ár enn í fjør, so okur ganga einari sera spennandi framtíð á møti tá umræður fótbólt her á staðnum, sigur Jón Pauli Olsen at enda.

Í Marghøllini er fótbóltsvøllur, sum er 60 x 40 m, sum er minsta støddin til hálvan vøll. Støddin á vøllinum ger, at tað ber til at hava fleiri venjingar í yngru árgangunum í senn, og eru tað sostatt ein rúgva av børnum og ungum í Marghøllini tá vant verður.

 

Facebook viðmerkingar