Heilsu- og rørslutiltak tórskvøldið á jóansøku

Tórskvøldið á jóansøku verður serligt hugnaligt heilsu og rørslutiltak fyriskipað í Vági. Tiltakið er sum ein upptakt til stóra jóansøkubálið, ið verður seinni um kvøldið. Tað er rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni, sum hevur tikið stig til hetta hugnaliga og øðrvísi tiltakið.


Byrjað verður við Tríkantin við Sandin í Vági, har ein kann spáka sær ein túr, renna, trilla ella súkkla, ella tað ein nú vil, kring Parkina og Vatnið, áðrenn fari verður yvir til Páls Høll.

Í Páls Høll eru sauna, dampbað, svimjihylur og nýggju heitu uttandura pottarnir klárir til tey vitjandi, sum eisini fáa okkurt gott ábit og at drekka.

Tiltakið, ið er ókeypis byrjar kl. 19.00 og er liðugt umleið kl. 20.30, soleiðis at ein nær at koma inn aftur á Sandin, har jóansøkubál, røða, felagssangur, kakao og bollar vera frá kl. 21.00.

Samstundis er hetta nokk seinasta skipaða tiltakið hjá Hvistuni áðrenn summarsteðgin.

Tiltøkini í summar verða lýst á facebook so hvørt tey verða fyriskipaði

Facebook viðmerkingar