Filmsvinnuráðið: Vit mugu fylgja menningini

BySuðuroyarportalurin

7. oktober 2026

Føroyskir framleiðarar heita í dag á politikarar um at hækka filmsjáttanina og styrkja afturberingarskipanina. Ov veikir fíggjarligir karmar kunnu kosta Føroyum útlendska fígging, arbeiðspláss og vinnuligar vakstrarmøguleikar.

Filmsvinnuráðið, sum varð sett á stovn fyrr í ár, heitir nú á landsstýrið og Løgtingið um at tryggja minst 10 mió. kr. í árligum filmsstuðli í fíggjarlógini fyri 2027 við einari serstakari játtan til afturberingarskipanina afturat.

Málið um 10 mió. kr. hevur verið umrøtt í mong ár. Samstundis hevur føroyska filmsvinnan ment seg, fingið fleiri altjóða samstarvspartar og prógvað, at føroyskar søgur kunnu røkka einum altjóða marknaði.

“Eftirspurningurin er har, og føroyskir framleiðarar hava verkætlanir bæði í Føroyum og uttanlands. Men ov lítil føroysk fígging er ein fløskuhálsur, sum seinkar verkætlanum og veikir okkara samráðingarstøðu. At bíða hevur eisini ein kostnað,” sigur Filmsvinnuráðið.

Afturberingin skapar virksemi í Føroyum

Sambært einari fyribils uppgerð hjá vinnuni hava framleiðslur, sum hava brúkt afturberingarskipanina, havt útreiðslur í Føroyum fyri meira enn 35 mió. kr. seinastu árini. Tá eru ikki allar verandi og komandi framleiðslur íroknaðar.

Við verandi afturbering á 25 prosent skulu framleiðslurnar hava fýra krónur í góðkendum útreiðslum í Føroyum fyri hvørja krónu, tær fáa afturborna. Peningurin verður millum annað brúktur til lønir, gisting, flutning, útgerð og aðrar føroyskar veitingar.

Filmsvinnuráðið mælir til at hækka afturberingina til 30 prosent og kanna eitt eyka ískoyti á 5 prosentstig fyri framleiðslur, sum lúka greið krøv um føroyskt arbeiði, føroyskar veitingar og varandi førleikamenning.

“Afturberingin hevur týdning fyri, hvar altjóða framleiðslur leggja sítt arbeiði og sínar pengar. Ein kappingarfør og álítandi skipan kann fáa fleiri framleiðslur til Føroya og skapa virksemi hjá bæði filmsfyritøkum og øðrum føroyskum vinnum,” sigur ráðið.

Hækkingarnar skulu eisini bøta um minkandi keypiorkuna vegna støðugan prís- og kostnaðarvøkstur og styrkja kappingarførið mótvegis londunum kring Føroyar, sum brúka afturbering og onnur fíggjarlig amboð til at draga framleiðslur til sín.

Føroysk fígging styrkir føroyskan ognarskap

Føroysk menningar- og framleiðslufígging kann gera tað lættari at fáa størri altjóða fígging til verkætlanirnar. Hon styrkir eisini møguleikarnar hjá føroyskum framleiðarum at varðveita rættindi og fáa lut í virðisskapanini eftir, at upptøkurnar eru lidnar.

Fyrsta føroyska sendirøðin TROM var bara eitt dømi um, at føroyskt mál, føroyskar søgur og føroyskt landslag kunnu røkka milliónum av hyggjarum langt út um landoddarnar. Nú er tørvur á kørmum, sum geva fleiri verkætlanum tann møguleikan.

Filmsvinnuráðið mælir samstundis til eina felags menningarætlan fyri næstu fimm árini, 2027-2031, við ítøkiligum málum fyri útlendska fígging, arbeiðspláss, føroyskan ognarskap og framleiðslu-virksemi í Føroyum.

“Vit vilja hava greið mál og árliga uppfylging, so úrslitini kunnu metast. Men langtíðarætlanin má ikki útseta neyðugu raðfestingarnar. Vinnan hevur tørv á betri kørmum nú, ikki um fimm ár,” sigur ráðið.

10 mió. kr. svara til umleið 0,12 prosent av samlaða útreiðslukarminum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027. Minni enn eitt hálvt prosent.

“Filmur og sjónvarp kunnu eins og ferða- og lýsingavinnan byggja brýr út í heim. Vit bera føroyskar søgur og fyritøkur út á altjóða marknaðin og bera fígging, arbeiði og førleikar aftur til Føroya. Tað er eisini at byggja land,” staðfestir Filmsvinnuráðið.

Um Filmsvinnuráðið

Filmsvinnuráðið (Faroese Producers Alliance) er eitt óheft fakligt og vinnuligt umboð fyri føroyskar framleiðarar og framleiðslufyritøkur innan film, sjónvarp og audiovisuella framleiðslu. Ráðið arbeiðir fyri sterkari kørmum fyri vinnuna og er ein felags rødd hjá framleiðarum í samskifti við viðkomandi myndugleikar og samstarvspartar.

Facebook viðmerkingar