Dagrøktara til Porkeris kommunu

Søkt verður eftir dagrøktara til Porkeris Kommunu.

Talan er um tíðaravmarkað starv fram til 1. juli 2019.

Starvið verður sett frá 13..august 2018.

Tann íð settur verður má :
Hava góðar umstøður at hava børn, bæði inni og úti
Kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
Verða við til at geva børnum ein mennandi og tryggan gerandisdag
Hava virðing og umsorgan fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum
Verða fyrikomandi og tolin
Verða álítandi og hava góð samstarvsevnir
Arbeiðistíðin er millum kl 7.30 – 17.15

Setanarøkið er Porkeris Kommuna.

Starvið er lønt sambart sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn, cv og møgulig viðmæli skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 3. august 2018 kl 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran í dagrøktini Ásu Holm á tlf. 282577

Umsóknin skal sendast til:

Porkeris Kommunu
Dagrøktarskipanin
Við Á 8
950 Porkeri
Email: dagrokt@porkeri.fo
Frámerki dagrøktin, leys størv

Facebook viðmerkingar