Gera góðar dagar hóast mein enn bagar

Okkara politiska ábyrgd er at føra føroysku familjurnar, tað føroyska samfelagið, fram á lívsins leið so væl sum til ber. Hetta var góði boðskapur løgmans í ólavsøkurøðu hansara 2018. 

Havi hug at flætta løgmansrøðuna saman við myndini ein annar ólavsøkurøðari, nevnliga Jón Heystoy, brúkti í síni setanarrøðu ólavsøkuaftan. Myndin, Jón Heystoy brúkti, var um, hvussu vit ferðast gjøgnum lívið. Leypandi av løgasteini á løgastein. Summir steinar liggja trygt í ánni. Eru slættir og turrir. Aðrir kunnu rilla, verða vátir og slýggjutir og torførir at fóta sær á.

Tað koma løtur til flestu okkara, har ein sjálvur stendur og rillar. Tað veri seg tá sjúka rakar, tá avbjóðingar stinga seg upp hjá børnum okkara í skúlahøpi, ella tá onkur av okkara nærmastu snávar ella fær løst, tað veri seg sálarliga ella likamliga. Tá er gott at vita, at skipanir lofta. Tá er gott at kunna seta sítt álit á skipanir, ið rætta eina hjálpandi hond. Og liva vit øll eftir hugsjónar-orðunum ger tína skyldu og krev tín rætt, er slík skipan áhaldandi í ljósmála.

Lívsleiðirnar eru ymiskar. Hjá summum er longri millum løgasteinarnar, og ein hond má rættast, so leypast kann á næsta steinin. Summar lívsleiðir hava fleiri slýggjasteinar. Aðrar liggja í ánni, har streymur er harður. Tí mugu føroyingar, sum standa á góðum kletti, veita hjálp eftir førimuni. Eisini um tað seinkar persónligu ferðini eitt sindur. Vilja vit øll, tá lívið bjóðar okkum válgarsbitar og herðar gerast breiðar, at lata eftir førimuni, so eru fleiri av hjálpandi hondum til teirra, sum berjast við lagnuna á slýggjagróti. Tá eru fleiri klípi at stiga teir rillandi steinarnar við. Men skipanir slítast, tað máast burturav, og tí er neyðugt við viðlíkahaldi, við vilja og ágrýtni at skapa nýtt, men við sama góða endamáli: At føra allar føroyskar familjur trygt fram á leið. Hetta vilja vit áhaldandi gera komandi tíðina. 

Tí vit eiga at standa saman. Vit nýtast ikki í ovurhuga, hvør í sær at søkja gleði við hægsta sal, tí sum skaldið Mykkjal á Ryggi sigur so satt: Eydnan er at finna, har grannar semjast væl. Har kærleiki man ráða, har blídni er við borð, har mildar tungur sáa tey mjúku troystarorð. Vit eiga sum einstakligar, men sanniliga eisini sum samfelag, at taka hesi orð til okkara. Tí tá tær føroysku familjurnar hava tað gott, hevur føroyska samfelagið tað gott. Hetta má havast í huga tá ið karmar smíðast til heilsuverk, almannaverk og skúlaverk.

Mykkjal á Ryggi, tað megnar skald hann var, yrkir eisini: Elska vit hvønn annan og gera væl við grannan, og klandur ei er kent, tá eru góðir dagar, um mangt eitt mein enn bagar, og tá er árið farið hent. Hetta eigur at vera stavnhald okkara: At gera góðar dagar, um mangt eitt mein enn bagar. Ikki bert fyri einstakligar vit kenna væl, men fyri allar tær føroysku familjurnar. Og hóast smá í heimshøpi so eisini í størri mun úti í heimi, har hart leikar á. 

Og eru støður, har vit ikki eiga vitan um tær avbjóðingar, sum borgarar í hesum landi hava, eiga vit at lurta. Tá eitt nú tosað verður um vanda farleið, tað veri seg norð um Fjall, til Dals og aðrastaðni við, eiga vit at lurta. Alt kann ikki gerast í senn, tað er eyðvitað. Men so mugu vit raðfesta væl og á slíkan hátt, at álit og faklig vitan liggur aftan fyri raðfestingar okkara. 

Men skal hjálpast er neyðugt at hava fótafesti. Ikki tryggja seg við reim og seðlum, men at standa so mikið væl, at tann orkumikli megnar at hjálpa. Tí má nýhugsan, virkisfýsni og framtakshugur hava góðar karmar. Ikki fyri í sjálvsøkni at náa hægsta sal men fyri at kunna hjálpa væl. Ikki bert sær sjálvum og sínum, men øllum føroysku familjunum. Løgmansrøðan tekur væl saman um tey síðstu árini og tey skilagóðu tøk, ið tikin eru. Og hon vísir eisini tann rætta hugburðin, nú vit fara undir hesa tingsetuna. 

Takk fyri orðini Harra løgmaður og lat okkum saman virka virkisfús fyri allar føroysku familjurnar, soleiðis at vit royna av øllum alvi at gera teimum góðar dagar hóast mangt eitt mein enn bagar. 

Jónleif Johannesen

Facebook viðmerkingar