VB ikki við í Hvonndeildini í ár

Í farnu viku gjørdist greitt, at VB ikki verður við í Hvonndeildini í ár, tí VB fær ikki mannað lið. Vit hava havt eina frágongd á 10 spælarar síðan í vár og megnað snøgt sagt ikki at manna lið, hóast tað í prinsippinum bara skulu 12-14 kvinnur til at manna eitt hondbóltslið, sigur Bogi Mortensen formaður í VB.

-Vit kunnu bara staðfesta, at vit í løtuni bara hava 2 leikarar í árganginum frá 1982 til 2000, sigur Bogi Mortensen, og leggur afturat, at hetta uttan iva eru avleiðingarnar av teirri demografisku skeiklanini, sum hevur verið í Suðuroynni seinastu ártíggjuni. -Og vit síggja eisini, at árgangirnar í barna- og ungdómshondbóltin eru smáir.

Í fjør fingu vit mannað lið, tí vit høvdu fleiri eldri spælarar, sum tóku eitt tørn afturat, nakrar enntá eldri enn 40 ár, samstundis sum vit fingu næmingar av Ítróttaháskúlanum at spæla hondbólt við VB. -Men í ár er støðan so broytt. Fleiri av yngru leikarunum eru farnir av landinum í útbúgvingarørindum, samstundis sum tær eldri eru givnar. -So her er tíverri ikki nógv annað at gera enn at taka ein pausu frá Hvonndeildini.

Vit hava nú gjørt av at leggja okkum eftir ungdómsarbeiðinum og er málið sjálvsagt, at VB verður at síggja aftur í Hvonndeilidini um ikki alt ov langa tíð, sigur Bogi Mortensen, formaður í VB at enda.

Facebook viðmerkingar