Filmsbrot: Við Actionboat vestanfyri Suðuroynna

Ein av stóru upplivingunum, tá vitjað verður í Suðuroynni, er at fara við báti vestanfyri Suðuroynna. Actionboat Føroyar á Nesi í Vági hevur seinastu nógvu árini siglt vestanfyri, úr Sumba og norður á Vágseiðið, framvið Sumbiar- og Vágsbjørgunum.

Túrurin er eitt stórsligið náttúruupplivilsi við stórslidnum bjørgum frá Beinisvørði, framvið Lopranseiðið, Rávuni, Rútafelli, Eggjunum og norður á Vágseiðið. Er veðrið tilvildar, so verður eisini siglt tætt undir landið, millum land og stakkar og holmar.

Niðanfyri er eitt filmsbrot frá ferðini við Actionboat vestanfyri Suðuroynna frá august.

Actionboat Føroyar er at finna á Facebook her. Á Facebook síðuni verður kunnað um nær siglt verður vestanfyri Suðuroynna, so áhugaði kunnu leita sær kunning á hesari síðuni.

 

Facebook viðmerkingar