Menningarkvoturnar 2018 eru avgreiddar við grundarlagi í § 9 í kunngerð um menningarkvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til menningarætlanir í ávísum økjum. Kunngerðin er ásett við heimild í § 60, stk. 4 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi.
Menningarkvota verður latin til ávísu vinnuligu menningarætlanina við teimum treytum, ið eru við játtanini og kann ikki avhendast.
Tøka nøgdin til menningarkvotur í 2018 er:
- 41.912 tons av svartkjafti
- 8.749 tons av makreli
- 7.510 tons av norðhavssild
Tilsøgnir um menningarkvotu 2018
Tann 8. juni 2018 setti landsstýrismaðurin eina metingarnevnd at viðgera og gera tilmæli um at játta menningarkvotu, sambært § 7 í kunngerðini.
Tann 17. juli 2018 lat nevndin landsstýrismanninum tilmæli. Nevndin mælir til, at av teimum í alt 40 umsóknunum fáa 9 tillutað menningarkvotu.
Tann 14. august 2018 játtaði Fiskimálaráðið, eftir tilmælinum frá nevndini, hesar nøgdir (tons):
Umsøkjari | Øki | Svartkj. | Makrel | Sild | Ár |
Vestmanna Fiskavirki | Norðstreym | 12.970 | 2.002 | 1.593 | 4 |
P/F Skip / Snarfrost | Vágar | 10.400 | 2.002 | 1.593 | 4 |
Sp/f Sjógæti | Norðureysturoy/ Norðstreym | 0 | 900 | 540 | 4 |
Rock Trawldoors | Suðuroy | 1.360 | 0 | 0 | 2 |
Vørustíggjur
| Sandoy | 0 | 1.171 | 900 | 1 |
Delta Seafood
| Suðuroy | 0 | 900 | 873 | 1 |
P/F Jókin
| Suðuroy | 8.800 | 0 | 0 | 1 |
Kósin Seafood & Næraberg | Norðoyggjar/ Suðuroy | 0 | 0 | 360 | 1 |
Steintór og TG Fish | Suðuroy | 0 | 900 | 900 | 1 |
Samanlagt | 33.530 | 7.875 | 6.759 |
Viðmerkingar til talvuna:
Tær umsóknir, sum verða tillutaðar 4 ára kvotu fáa í ávísum førum lægri kvotu fylgjandi árini.
Menningarkvota, ið verður játtað fyri 2 ár ella 4 ár, verður seinnu árini lutað í sama lutfalli, av samlaðu føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum, sum kvotan hevði fyrsta árið.
Fiskimálaráðið hevur lækkað svartkjaftakvoturnar 20% og silda- og makrelkvoturnar 10% í mun til tilmælið frá nevndini. Ein umsókn krevur nærri viðgerð, eins og viðmerkingar frá umsøkjara. Hesin prosentparturin, verður settur til síðis til nevnda viðgerð er liðug.
Menningarkvota 2019
Fiskimálaráðið hevur ætlan um at lýsa eftir umsóknum um menningarkvotur fyri 2019 seinni í 2018.
Tilmælið
Tilmælið frá metingarnevndini kann lesast her.
Facebook viðmerkingar