Føroyanevndin hjá Fólkatinginum er í hesum døgum á vitjan í Føroyum og í dag hevur nevndin verið í Suðuroynni.
Vitjanin í Suðuroynni byrjaði umborð á Smyrli kl. 8.30 í morgun, tá farið varð av Havnini. -Umborð hevði Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, framløgu um menningarátøkini fyri Suðuroynna, sum kommunurnar í Suðuroynni løgdu fyri landsstýrið áðrenn summarfrítíðina. Síðan greiddi Theresa Kreutzmann frá ætlanini um ferðavinnumenning í Suðuroynni.
Tá komið var til Suðuroyar gekk leiðin til Vágs, á Ítróttaháskúlan í Suðuroy, har Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari tók ímóti og greiddi frá virkseminum á Ítróttaháskúlanum.
Síðani gekk leiðin yvir í Marghøllina, har Vágs kommuna bjóðaði ábit, og Dennis Holm, borgarstjóri greiddi frá menningararbeiðinum í Vágs kommunu. Áðrenn leiðin gekk á Tvøroyri, varð eisini vitjað í Páls Høll.
Seinnapartin verður vitjað á Varðanum Pelagic á Tvøroyri og í SALT á Drelnesi, har Tvøroyrar kommuna eisini bjóðar ábit, áðrenn leiðin gongur til Havnar aftur við Smyrli kl. 18.30.
Komandi daganir skal Føroyanevndin vitja í Eysturoynni, í Sundalagnum og í Kirkjubø, umframt at vitjað verður í Tinganesi, á Glasir, á Fróðskaparsetri Føroya, og hjá Tórshavnar kommunu.
Á leiðin vestur í Vágar verður vitjað í Koltri og í Gásadal, áðrenn leiðin gongur aftur til Danmarkar tórsdagin.
Facebook viðmerkingar