Vísindavøka á ferð á Seglloftinum

Vísindavøka á ferð á Seglloftinum á Tvøroyri mánakvøldið 17.09.2018, kl. 19:30

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Hetta verður í tíðarskeiðnum 17. til 26. september. Í ár verður tiltakið skipað nakað øðrvísi enn áður. Talan verður um fimm tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið.

Tað verður eisini ein stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í kaffisteðginum.

Framløgurnar á Seglloftinum eru:

Kári Mortensen, Umhvørvisstovan: Sólorka

Lena Nolsøe, Tjóðskjalasavnið: Fruentimmerpynt m.m. – Handilsloyvi og handilin hjá Elisabeth Helenu Müller frá 1836

Ása Johannesen, fiskaaling: Atferð hjá rognkelsum og laksi í tveimum alibrúkum í Føroyum

Les meira um Vísindavøku og Vísindavøku á ferð á:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoka/visindavoka-2018/

Facebook viðmerkingar