Lektiucafe í Tvøroyrar Skúla

Um tørvur er á tí, verður skipað fyri lektiucafe í Tvøroyrar skúla.

Skúlastýrið søkti fyri stuttum Tvøroyrar Kommunu um játtan til at skipa fyri lektiucafe í Tvøroyrar skúla.
Tvøroyrar Kommuna hevur gingið játtanini á møti, og hevur játtað 8 tímur um vikuna til endamálið. 

Skúlin fer nú undir at kanna, hvussu stórur tørvurin er á at hava lektiucafe á Tvøroyri, og í dag og í morgin fáa allir næmingar seðlar við heim, har boðast skal frá, um áhugi er fyri hesum.

Lektiucafe er eitt tilboð, har næmingar úr 1. og upp í 10.flokk kunnu fáa stuðul/leiðbeining til heimaarbeiði.
Seðlarnir skulu latast flokslæraranum aftur í seinasta lagi fríggjadagin 21. september 2018.

Facebook viðmerkingar