Skúlafótbóltur í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya

Í grannalondum okkara er vanligt, at tað, umframt fótbóltskappingar, sum eru fyriskipaðar av fótbóltssambandinum, eisini eru fyriskipaðar ymiskar aðrar fótbóltskappingar, ikki minst í skúlahøpi.

Í heyst verður farið undir nýggja spennandi fótbóltskapping í Føroyum, Skúlafótbóltur sum er ein afturvendandi fótbóltskapping, sum verður skipað í Vági hvørt ár í heyst-, vetrar- og várhálvuni.

Skúlafótbóltur verður skipaður í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya.

FSF fegnast um samstarvi við Skúlafótbólt og um at skúlafótbóltur nú eisini verður skipaður í Føroyum. Føroyar er millum tey londini í heiminum, sum hava flestar fótbóltsleikara pr. borgara. -Og fótbóltur røkkir eisini víða um, bæði millum børn og ung, tilkomin, vaksin og eldri, og eisini til bæði kvinnur og menn. Vit hava sum málsetning at fáa so nógv sum gjørligt at spæla fótbólt, og hendan sera spennandi fótbóltskappingin passar sera væl inn í okkara ætlanir fyri føroyskan fótbólt, sigur FSF.

Við Marghøllini í Vági eru møguleikarnir fyri at skipa ítróttartiltøk í Vági framúr góðir.

Kappingin er sum nevnt fyri allar árgangir í fólkaskúlanum og fyri miðnámsskúlarnar kring landið.

 

BankNordik er høvuðsstuðul hjá Skúlafótbólti.

Facebook viðmerkingar