Seinasta árið hava stórar vónir verið til at nýggja tunnilstoymið hjá Landsverki sum tað fyrsta skuldi fara undir Fámjinstunnilin.
Í fleiri áratíggju hava fámjiningar bíða eftir tunnli til bygdina, sum oftani er meiri og minni avskorin av veðri vetrarhálvuna.
Fólk, sum hava koyrt til Fámjins í stormi ella kava á vetrardegi, kenna eisini til vandan á leiðini.
Trupla farleiðin ger tað eisini avbjóðandi hjá fámjiningum at taka lut í ítróttar- og frítíðarlívi vetrarhálvuna. Og summi vilja eisini verða við at trupla farleiðin er høvuðsorsøkin til minkandi fólkatalið í Fámjin.
Av somu orsøk høvdu fámjiningar stórar vónir til, at nú fór alt at broytast.
Henrik Old, landstýrimaður, hevði í summar givið Landsverki boð um, at tunnilstoymið skuldi byrja uppá Fámjinstunnilin nú í heyst. Tunnilin hevði so kunna verið liðugur undan jólum í 2019.
Men í gjárkvøldið komu kontraboð frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, sum á fundi í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, segði, at Dalstunnilin skuldi borast fyrst og Fámjinstunnilin mátti bíða.
Sostatt er greitt, at Fámjinstunnilin verður av ongum á hesum sinni.
Facebook viðmerkingar