LEIÐARIN: Nú búskapurin norðanfjørðs, serliga kring miðstaðarøkið kókar yvir, og landið skal gera umraðfestingar og útseta íløgur, so bíða suðuroyingar í stórum spenningi eftir at fleiri almennar íløgur sjálvsagt verða fluttar til Suðuroyar.
Tað gongur væl í Føroyum, staðfestir landsins leiðsla at kalla hvørja viku. Fólkavøkstur, onki arbeiðsloysi, methøgt virksemi í øllum vinnum, methøgar lønarútgjaldingar, methøgar skattainntøkur í landskassan og so framvegis.
Allir búskapar-serfrøðingar í landinum hava eisini seinastu tíðina rópt varskó. Búskapurin er ov heitur, kókar næstan yvir, og nú má ferðin takast av og umraðfestingar gerast.
Í Suðuroynni kennist lítið til ferðina í búskapinum. Fólkatalið minkar. Tað gerast alsamt fleiri eldra fólk, samstundis sum talið av yngri minkar. Arbeiðsloysið er tað hægsta í landinum. Tey stóru arbeiðsplássini arbeiða bert ein part av árinum, og merkir hetta arbeiðshugin og inntøkurnar hjá bæði familjum og kommunum.
Landsstýrið hevur higartil ikki verið stórvegis viðspælari í at skapa økt virksemi í Suðuroynni. Almennu íløgurnar eru næstan ikki til at fáa eyga á. Menningarkvoturnar sóu suðuroyingar lítið til. Og ónskvøldið varð Fámjinstunnilin eisini tikin av dagsskránni.
Jú, ein nýggjur tiltrongdur Hvalbiartunnil er ávegis, og onkur íløgu á Suðuroyar Sjúkrahúsi og so ábøtir á vegin út til Froðbiar.
So nú umraðfestast skal, so verður í Suðuroynni bíða í stórum spenningi eftir at nýggjar almennar íløgur verða gjørdar í Suðuroynni, har tær eru allar mest tiltrongdar.
Suðuroyingar eru í øllum førum klárar at taka ímóti einari íløgupulju. Stóri spurningurin er, um nakar vilji er hjá landsins leiðslu?
Tað fara komandi vikurnar at vísa, nú seinasta fíggjarlógin hjá hesari samgonguni áðrenn løgtingsvalið verður almenn og stríðið um veljaran, eisini um veljaran í Suðuroynni, byrjar.
Facebook viðmerkingar