Søkt verður eftir reingerðarfólki til Kommunalu dagrøktina í Sumbiar kommunu. Starvið er til setan tann 15.oktobur 2018, ella sum skjótast har eftir. Arbeiðsøkið er í miðhæddini í Sumbiar skúla har dagrøktin heldur til. Viðkomandi sum settur verður, hevur eisini ábyrgd av høvuðsreingerð av spælistovuni.
Starvið er normerað til 2,0 tímar um dagin mánadag til fríggjadag.
Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Sumbiar kommuna. Tann, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Starvið er lønt sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Umsóknin saman við møguligum viðmælum, umframt revsuváttan, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 8.oktobur kl 12.00
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Marit Poulsdóttir á tlf: 281339 / 611087 ella Kaju Nielsen á tlf: 221860
Umsóknin skal sendast via post ella teldupost til:
Tvøroyrar Kommunu
Dagrøktarskipanin
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Stílað Marit Poulsdóttir, dagrøktarleiðara
Ella við telduposti til marit@tvoroyri.fo
Facebook viðmerkingar