Stórt avlop, varligur rakstrarvøkstur og fleiri miðvísar raðfestingar, sum flyta Føroyar fram á leið á mongum økjum. Hetta var boðskapurin, tá ið Kristina Háfoss, landsstýrsikvinna í fíggjarmálum, fyrrapartin legði fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2019. Hetta er fjórða fíggjarlógaruppskotið hjá sitandi samgongu.
Avlop landskassans verður 403 mió. kr. í 2019, og rakstrarútreiðslurnar vaksa einans 2,6%, meðan inntøkur landskassans vaksa við 3,8%. Játtanin til íløgur verður 424 mió. kr.
Tað sæst týðuliga aftur í figgjarlógaruppskotinum fyri 2019, at landsstýrið tekur bústaðartrotið – sum er íkomið av stóra fólkavøkstrinum seinnu árini – í størsta álvara. Landsstýrið er ávegis við einum “bústaðarpakka”, sum skal tryggja fleiri bústaðir. Fleiri tiltøk eru longu sett í verk, onnur eru ávegis.
Landsstýrið tekur eisini atlit til støðuna í byggivinnuni. Nógv ferð er á byggivinnuni í løtuni, og roynt verður tí í stóran mun at raðfesta almennu íløgurnar soleiðis, at arbeiðsmegi verður tøk til bústaðarbygging. Heilar 80 mió. kr. í íløgum verða raðfestar av nýggjum í hesum sambandi.
Fíggjarlógaruppskotið ber eisini boð um mongu nýskipanirnar, sum sitandi samgonga hevur framt undanfarnu trý árini. Nýggja fiskivinnuskipanin, pensjónsnýskipanin og heilsunýskipanin eru nú farnar at virka, og hetta sæst aftur í uppskotinum við broytingum á so nógvum økjum. M.a. hevur pensjónsnýskipanin við sær at flati 40% pensjónsskatturin fer í søguna, og í staðin kemur ein meira samhaldsfastur pensjónsskattur, ið er úr 30% og upp í 40% alt eftir hvør inntøka tín er. Heilsunýskipanin og serlæknapuljan hava m.a. við sær, at ein nýggjur barnalækni og ein hjartalækni verða settir komandi ár.
Hóast varligur fíggjarpolitikkur eyðkennir fíggjarlógaruppskotið yvirskipað, so hevur tað fleiri miðvísar raðfestingar innan flestu málsøkir. Raðfestingar sum í mongu førum eru íløgur í bæði nútíðina og framtíðina. Millum mongu átøkini í 2019 teljast:
- Nýggjar útbúgvingar og styrkt Fróðskaparsetur
- Bústaðarpakki
- Nýtt avloysaraskip til SSL og hægri útoyggjastuðul
- Eysturoyar- og Sandoyartunlar og aðrir tunlar
- Barnalækna og hjartalækna afturat
- Pensjónistar minst 1.000 krónur meira at liva av um mánaðin
- Fiskivinnunýmenning og tónleikaútflutningsstova
- Frá 40% pensjónsflatskatti til stigvaksandi pensjónsskatt úr 30% upp í 40%
- Nýggj sendistova í fjareystri
- Náttúruverndarlóg
- Málið er, at skuld landsins skal minka við umleið 1 milliard kr.
“Fegin um, at vit eisini við hesi fíggjarlóg fremja ein skynsaman búskaparpolitikk, við stórum avlopi, varligum rakstrarvøkstri og miðvísum íløgum – og at vit, vegna stór avlop øll árini í samgonguskeiðnum, kunnu minka skuld landsins við umleið einari milliard komandi árið. Henda fjórða og seinasta fíggjarlógin í samgonguskeiðnum flytir okkum eisini enn longur framá móti máli okkara um einar sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar. Soleiðis bjálva vit okkum búskaparliga, og standa sterkari sum samfelag at taka ímóti framtíðini.”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Facebook viðmerkingar