Ber ikki til at játta meiri pening til tunnilstoymi, soleiðis at bæði Fámjins og Dalstunnilin kunnu gerast fyrr enn ætla, so má Fámjin gerast fyrst, skrivar Sirið Stenberg á sínum Facebook-vanga.
Sirið Stenberg skrivar:
Sjálvsagt skulu tunlar gerast til smáplássini.
Fyri nøkrum árum síðan løgdu Páll á Reynatúgvu, og eg själv, uppskot á ting um at fáa tunnilstoymi i gongd aftur. Hetta fyri at skapa vón um framtïð á smáplássum, sum umframt ótryggar farleiðir eisini stríðast við minkandi fólkatali og øðrum, sum aðrastaðni i landinum er ókent.
Tï var eg millum teirra, sum fegnaðist almikið ta ið tunnilstoymi kom aftur á fíggjarlógina. So mikið størri er vónbrotið nú henda vælmeinandi ætlanin setir bygdir og fólk i landinum upp móti hvør øðrum, nú ósemja er um Fámjin ella Dalur skal gerast fyrst.
Sjálvsagt skulu bæði gerast.
Ein máti at loyst trupulleikan hevði verið at játta meira pening til tunnilstoymi so báðar verkætlanirnar kunnu gerast fyrr enn ætla. Ber hetta ikki til sigi eg sum landsstýrismaðurin. Famjin fyrst.
Facebook viðmerkingar