Seinastu dagarnar hava ting- og landsstýrisfólk arbeitt dag og nátt við fíggjarlógini fyri 2019.
Hendan seinasta fíggjarlógin hjá sitandi samgongu.
Í morgun varð úrslitið so lagt fram í fíggjarmálaráðnum. Og tíverri má staðfestast, at Suðuroyggin enn einaferð stendur eftir við lítlum ella ongum. Í bestu tíðum nakrantíð sýnist ongin veruligur vilji vera til at hjálpa, tá tað ræður um serligu støðuna Suðuroyggin er í.
Varhugin av at hetta fór at henda, hevur verið til staðar síðan Løgmaður byrjaði at skera ígjøgnum viðvíkjandi tunlunum til Fámjins og Dals, men okur vónaðu at tað fór at spyrjast okkurt burturúr hóast alt.
Samla eind
Gamaní hevur fíggjarlógin pláss fyri Ítróttarháskúlanum, hjálparfólkaútbúgvingini, og øðrum fínum tilboðum. MEN, tá ein bygd sum Fámjin ikki kann fáa innivist í ovurstóru játtanarkørmunum, ja, tá síggja okur onki annað val, enn at blanda okkum upp í málið.
Javnaðarfeløgini í Suðuroynni hava víst sína ónøgd, og tað fara okur í Suðuroyar Tjóðveldisfelag at stuðla teimum í. Um samgongan ikki maktar at standa saman og gera tað rætta í hesum málinum, so kunnu okur her suðuri standa saman sum ein eind og vísa okkara styrki.
Tískil fara okur í Suðuroyar Tjóðveldisfelag eisini at geva landsstýrismanninum okkara fulla stuðul viðvíkjandi ætlanini at byggja tunnil til Fámjins.
- Suðuroyggin, eins og Fámjin, fyri hóttafalli.
- Arbeiðsloysið er nógv tað størsta í landinum. Fleirfalt!
- Fólkatalið gongur støðugt skeiva vegin.
- Tað gerast alsamt fleiri eldri fólk, og samstundis minkar talið av teimum yngru fólkunum.
- Ferðin á búskapinum er ikki í eygsjón her suðuri.
Men onki sýnist at rýna við hesa samgonguna, tí aftur í dag síggja okur, hvussu illa Suðuroyggin verður viðfarin í politisku skipanini.
Sjálvt í bestu tíðum nakrantíð sýnist ongin vilji yvirhøvur at vera til staðar. Og tað heldur ikki, tá tað kemur til at byrja eitt so einfalt prosjekt sum ein tunnil til Fámjins.
- Har er ongin eykakostnaður at rigga til – smiðjan hjá Landsverk er eitt hanagleiv frá munnanum.
- Boriútgerðin er gjørd klár til endamálið.
- Møguligar “barnasjúkur” ísv. sjálva boringina kunnu lættliga betrast um á staðnum.
- Longdin á tunlinum er hóskandi til “nýggjar” kreftir innan tunnilsarbeiði.
Allar fortreytir eru fyri at hetta skal eyðnast, men hóast tað skal tunnilin til Fámjins steðgast ella útsetast. Og við hesum úrslitinum verður farleiðin til Fámjins trýst longur út í óvissuna – og lívið í bygdini tað sama.
Hesi umboðini í samgonguni, sum ikki vilja gera tað rætta, mugu svara fyri seg sjálvi, men eitt er so púra sikkurt hjá okkum veljarum; hetta kemur at síggjast aftur á Løgtingsvalinum.
Vælgagnist tykkum, sum tá ætla til Suðuroynna, ella sum hætta sær at fara eftir vegnum um Ørðaskarð, at leita eftir atkvøðum.
Nú hava Fámjiningar og Suðringar so fingið staðfest, hvør vil hesari oynni og fólkinum við nakað gott.
Suðuroyar Tjóðveldisfelag
Bárður Gunnarstein Nielsen, formaður
Facebook viðmerkingar