Landsinnsavningin 2018 hjá Reyða Krossi gav 750.000 kr.

Landsinnsavningin 2018 hjá Reyða Krossi gav 750.000 kr. Reyði Krossur takkar føroyingum øllum, sum enn einaferð hava víst felagsskapinum stóra vælvild, soleiðis at Reyði Krossur fær nátt sínum endamáli at veita neyðhjálp.

Í miðal pr. íbúgva lata føroyingar munandi meira, enn gjørt verður í okkara grannalondum.

Samstundis hevur nevndin í Reyða Krossi gjørt av at senda 500.000 kr sum neyðhjálp út í heim, har mest átroðkandi er, at vit veita eina hjálpandi hond. 250.000 kr. fara sum neyðhjálp til Yemen, og 250.000 kr. fara til Suður Sudan.

Tórshavn 12. okt. 2018

Reyði Krossur

 

Facebook viðmerkingar