Ónsdagin 14. nov. er umfarið hjá 5. flokki í Skúlafótbólti í Marghøllini í Vàgi. tilsamans eru umleið 250 næmingar í 5. flokki tilmeldaði svarandi til útvið 40% av øllum næmingunum í 5. flokki í fólkaskúlanum.
Tilsamans 32 lið fara at kappast í dreingjaliðum, gentumliðum og blandaðum liðum. Liðini koma úr 12 skúlum úr øllum landinum.
Byrjað verður kl. 11.30 og hildið verður so áfram til umleið kl. 16.30, tá tað er greitt hvørji lið í 5. flokki hava spælt seg til finaluumfarið, sum verður fyrst í mai 2019.
Umframt at spæla fótbólt, so fara næmingarnar eisini at svimja í Páls Høll og fáa eisini møguleikan at royna klatriveggin í Marghøllini.
Áskoðarar eru sjálvsagt vælkomnir at hyggja eftir Skúlafótbólti í Marghøllini, har tað er møguleiki at keypa ein kaffimun og belgiskar vaflur afturvið. Døgurið er eisini til keyps í Marghøllini frá kl. 12, har tað eisini ber til at keypa popkorn og saft.
Skúlafótbóltur er skipaður í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og BankNordik er høvuðsstuðul.
Lesið meiri um Skúlafótbólt á www.skulafotboltur.fo
Facebook viðmerkingar