Umleið 30 nýggir stállínubátar komu til landið frá 1962 til 1964. Teir vórðu bygdir ymsastaðni, á Tórshavnar Skipasmiðju, Skála Skipasmiðju, og á skipasmiðjum í Noreg, Eysturtýsklandi og Fraklandi.
Tað hendi nógv í Føroyum, frá tí at farið varð undir at byggja stállínuskipini, sum kollveltu skipaflotan, við tað at stásiligu stállínuskipini avloystu gomlu træskipini og sluppirnar, sum vóru gamlar og nógvar í sera ringum standi.
Fyrsta stállínuskipið kom til landið seint í 1956, og síðani komu tey í stórum tali, fleiri hvørt einasta ár.
Í hesum tíðarskeiðinum sum hendan bókin snýr seg um, frá 1962 til 1964, komu umleið 30 nýggir stállínubátar til klandið.
Teir komu til allar partar av landinum, Suðuroynna, Sandoynna, Vágar, Streymoy, Eysturoy og til Norðoyggjar.
Eftir at Tórshavnar Skipasmiðja hevði bygt “Porkening”, og síðani bygdi aðrar bátar eisini, vildi Skála Skipasmiðja eisini sleppa upp í part, og í 1963 var fyrsta stállínuskipið av Skála liðugt. Tað var “Boðanes”.
Føroysku skipasmiðjurnar kláraðu ikki at byggja øll skipini sum komu, og tí vórðu eisini línubátar bygdir á norskum skipasmiðjum, í Fraklandi og í Eysturtýsklandi, ella DDR.
Tað er eisini í hesi tíðini, at fleiri leggja um at royna eftir sild við nót, og tí hevur bókin undirheitið: í aðra vinnu.
Bátar sum vórðu bygdir, høvdu línu umborð, tá teir komu til andið, men teir løgdu um til nót alt fyri eitt, og fóru ongantíð á línuveiðu. Summir vóru línubáta eitt skifti, og løgdu síðani um til nót.
Tað var ymiskt hvussu tað gekst hjá hesum stásiligu skipunum, nøkur høvdu stórar trupulleikar frá byrjan, so túrarnir gjørdust væl longi enn roknað varð við.
Og tá so nógv skip komu í flotan eftir stuttari tíð, hendu tíverri eisini onkur óhapp, at menn sjólótust.
Teir vóru nakrir sum ikki bóru boð í bý árini frá 1962 til 1964.
Bókin er góðar 300 síður til støddar og hon kostar 300 kr.
Facebook viðmerkingar