VBrot úr røðu hjá Bjarna Hammer undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2019.
Harra formaður.
Eg havi oftani borið fram, at einhvør samgonga byggir á herðarnar á teimum undanfarnu. Men í dag viðgera vit fjórðu fíggjarlógina hjá sitandi samgongu. Tí er tíðin komin til at broyta orðalagið til, at nú byggja vit víðari á okkara egnu herðar. Tað er eisini tað einasta rætta, tí politikkurin hjá sitandi samgongu riggar.
Sjálvt um andstøðan finst harðliga at samgonguni, so ynski eg heldur ikki hesa ferð at finnast at andstøðuni. Eg síggi eitt sindur øðrvísi uppá tað. Eg síggi øðrvísi uppá fíggjarlógarálitið frá andstøðuni. Soleiðis, sum eg síggi uppá tað, so er orsøkin til, at andstøðan ikki kemur við nøkrum alternativi til eina fíggjarlóg fyri 2019, tann, at andstøðan hevur givið upp. Andstøðan hevur givið upp at stríðast ímóti samgonguni, og eg skilji tey væl.
Tað nýttar onki at blíva við, tí hendan samgongan hevur megnað tað, sum ongin hevur megnað frammanundan. Ein minniluta samgonga frá fyrsta degi. Allíkavæl hava vit gjøgnumført meiri enn nakar annar frammanundan okkum. Tað er eitt politiskt bragd, sum ikki er sæð fyrr í føroysku politisku søguni.
Harra formaður.
Flestu raðfestingarnar hava verið frammi fyrr í dag, tí vil eg varpa ljós á tað, sum samgongan hevur skrivað um Suðuroyartunnilin. Sjóvegisfarleiðin er lívsæðrin hjá suðuroyingum. Sjálvt um Smyril er eitt serstakliga gott skip, so er tað svikaligt til tíðir.
Samgongan hevur tí veruliga sett fokus á at tryggja eina enn betur og varandi farleið til og frá Suðuroynni. Suðuroyartunnilin nærkast, og tí mælir samgongan til, at Samferðslumálaráðið setir ferð á at fyrireika ein komandi Suðuroyartunnil, soleiðis at klárt verður at fara undir Suðuroyartunnilin, tá ið Sandoyartunnilin er liðugt boraður.
Tað er alneyðugt fyri menningina í oynni.
Bjarni Hammer, tinglimur fyri Javnaðarflokkin
Facebook viðmerkingar