Bókasavn, kunningarstova oa í miðbýnum á Tvøroyri

Tvøroyrar kommuna keypt Posta bygningin í miðbýnum á Tvøroyri.

Á býráðsfundinum 3. desembur bleiv viðtikið at bjóða uppá bygningin hjá Posta, sum leingi hevur verið til sølu. Tað er við stórari gleði, at vit kunnu avdúka, at leiðslan í Posta hevur tikið av tilboðnum frá Tvøroyrar kommunu. Meirilutan, sum hevur arbeitt við hesum eina tíð, fegnast og metir, at hetta er ein sera skilagóð íløga í menning og trivna.

Endamálið við at keypa bygningin er fyrst og fremst fólkabókasavn, kunningarstova og alment wc; alt á einum stað. Beint omanfyri bygningin kemur spæliplássið, sum farið verður í holt við so skjótt, sum veðrið loyvir tí í 2019.

Vit hava eina hugsjón um ein livandi og savnandi miðbý. Tvørafólk fara at fáa gagn av øllum hentleikunum, sum miðbýurin fer at bjóða. Samstundis fara fólk á staðnum og vitjandi í miðbýnum at merkja ágóðan av hesari heildarhugsan, tí funktiónir og tænastur eru samhugsaðar, skrivar Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri.

Posta fer framhaldandi at hava sítt virkesemi í bygninginum

.

Facebook viðmerkingar