Hvistan kondibingo fríggjadagin

Kondibingo: Hugnaligt, fyri øll, frískligt og gott tiltak verður fríggjadagin 28. desembur, frá kl. 13.00 til 16.00, tá ið Hvistan býður øllum at koma ein trilli, gongu ella súkklutúr, samstundis sum spælt verður bingo.

Snýr seg ikki um at verða fyrstur á mál, men um at koma út, práta og hugna sær og samstundis stuðla Hvistuni, nú tey fyrireika Berlin túr í apríl.

Vit møtast við MIÐLATÚN í Vági og ein kann koma júst nær ein hevur tíð, ímillum 13.00-16.00 🙂

Facebook viðmerkingar