Stórt dansikvøld verður í Sumba í kvøld 3. jólakvøld. Hetta er eitt
afturvendandi tiltak, sum byrjar við livandi tónleiki og café frá kl 17:00 til 19:30, har lokalar sangrøddir fara at framføra.
Hæddarpunkti byrjar kl. 24.00, tá ið kendi Suđuroyarbólkurin Starlight aftur fer á pallin.
Starlight hevur fyrr spælt ì Samkomuhúsinum í Sumba fyri yvir 300 fólkum.
Starlight, sum byrjaðu í 1979, hevur havt skiftandi manningar.
Teir, sum hava myndað bólkin gjøgnum árini eru: Jón McBirnie, Johan Martin
Jacobsen, Fróði við Kvíggjá, Kári Lisberg, Sámal Samuelsen, Fimmboði
Lisberg, Jóannes Petersen, Pól Beder, Marner Jacobsen og Jákup Hansen.
Teir, sum manna Starlight ì kvøld eru: Fimmboði Lisberg á kassaguitar og
sang, Kári Lisberg á bass og sang, Sámal Samuelsen á trummir, Jákup Hansen sang, Bjarni Lisberg á tagentar og sang.
Johan Martin Jacobsen verður ikki við ì kvøld, orsaka av arbei ðsuppgávum. Í hansara stað kemur royndi tònasmiðurin Pauli (Palli) Hansen, sum spælir á sologuitar og sang.
Palli er ein royndur tónleikari og tónasmiður, sum er kendur m.a frá Orion og Gluggamynd.
Starlight var nógv frammi ì 80unum. Har teir spældu til dans kring landið.
Starlight spælir rock og popptónleik. Teir vóru somikið vælumtóktir, at teir
vunnu heitið sum ársins tónleikabòlkur ì 1981.
So lagt verður upp til eitt stórt dansi og rock-brak í Sumba í kvøld.
Tað er fótbóltsfelagið FC Suðuroy, sum skipar fyri.
Myndatekstur: Raðfylgjan er frá vinstru Palli, Kári, Fimmboði, Jákup, Sámal og Bjarni
Facebook viðmerkingar