Fótbóltskapping í Marghøllini 29. desember

Leygardagin 29. desember frá kl. 15 til kl. 17 verður fótbóltskapping fyri vaksin (U17 og eldri) í Marghøllini í Vági. Spælt verður á hálvum vølli í Marghøllini. Á hvørjum liði eru 5 útileikarar og 1 málverji.

Liðini møta í seinasta lagi kl. 14.50.

Lið kunnu meldað til á staðnum og skulu tá møta í seinasta lagi kl. 14.30 ! Ella boðað frá luttøku áðrenn hetta á tlf. 222928 (Dennis Holm)

Eftir fótbóltskappingina verður suppu & flutes og okkurt gott afturvið – og dysturin millum Liverpool og Arsenal (kl. 17.30) verður vístur á stórskíggja.

Kostnaður fyri hvønn er 100 kr. (luttøkugjald, suppa & flutes og okkurt gott afturvið).

Facebook viðmerkingar