Soljóðandi teldupostur er sendur Løgmanni og Helenu Dam á Neystabø, tingbólkaforkvinnu í dag:
Takk fyri løgmaður fyri nýggjársheilsuna, og gott nýggjár, sjálvt um tú ikki ynskir mær gott nýggjár. Sum limur í tingbólkinum undrar tað meg, at tú sum løgmaður skrivar vegna tingbólkin, kann undirritaði fáa orsøkina til tað?
Løgmaður sigur, at tingbólkurin hevur tikið avgerð um, at jeg ikki eri partur av tingbólkinum. Kann undirritaði fáa hesa avgerðina frá tingbólkinum, um nær og hvar tingbólkurin hevur tikið hesa avgerð, undirritaði hevur so ongi fundarboð fingið.
Tú sum formaður og løgmaður kann ikki góðtaka t.d. við, at jeg eri farin uttan at boða frá, tá fleiri atkvøðugreiðslur hava verið á skrá. Kann løgmaður greiða nærri frá, nær hetta eri fari fram?
Løgmaður boðar eisini frá, at starvsnevndin hevur tikið avgerð um, at undirritaði ikki sleppur at stilla upp til næsta løgtingsval. Kann undirritaði fáa hesa avgerð frá starvsnevndini? Hvør er orsøkin, at starvsnevndin gongur ímóti avgerðini, ið landsfundurin samtykti við 118 fyri og bert 21 ímóti tann 1. Apríl 2017?
Harra løgmaður, hvat er broytt okkara millum, síðan tú sum løgmaður sendi mær soljóðandi SMS 18. Oktobur 2016:
“-havi ringt har. Hann tosar nokk við nevndina. Eg hevdi fyrireika listan, so tú ert klarur í so Fall!”
Hetta eru orðini frá løgmanni í SMS boðunum til undirritaða. Hetta var eftir at undirritaði var koyrdur av javnaðarlistanum til kommunuvalið 2016. 7. november 2016 fekk undirritaði aftur SMS boð frá løgmanni, aftaná at undirritaði hevði spurt um, um hann framvegis var limur í javnaðarflokkinum: “tú er sjálvandi framvegis ynsktur í flokkinum”.
At enda vil undirritaði spyrja løgmann og formann í javnaðarflokkinum “Eri jeg framvegis limur í Javnaðarflokkinum“?
Við javnaðarkvøðu
Kristin Michelsen
Facebook viðmerkingar