Á stýrisfundi í Kommunufelagnum í dag var avgjørt at formansskapurin í Kommunufelagnum verður tann sami komandi tvey árini.
Sambært viðtøkunum hjá Kommunufelagnum standa formaður og næstformaður fyri vali annaðhvørt ár.
Á stýrisfundi í felagnum var í dag einmælt samtykt, at verandi formansskapurin heldur áfram til 1. januar 2021. Hetta merkir at Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu heldur áfram sum formaður og at Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu heldur áfram sum næstformaður.
Facebook viðmerkingar