Í dag, týsdagin 8. Januar kl. 17.00 hevur Suðuroyar Sparikassi kunnandi fund um Flexfunding og møguleikan hjá einstaklingum og fyritøkum fyri at fíggja og stuðla Vágs kommunu. Fundurin verður í Sparikassanum.
Suðuroyar Sparikassi er farin í samstarv við Vágs kommunu um at útvega lánifígging til Vágs kommunu umvegis Flexfunding, sum Sparikassin samstarvar við. Hetta er helst fyrstu ferð í søguni, at ein kommuna verður fíggjað umvegis flexfunding.
Flexfunding merkir, at øll – einstaklingar og fyritøkur – kunnu lána pengar til eitt ávíst endamál, antin tað er til eina lokala verkætlan, sum t.d. Páls Høll, til verkætlanir kring landið ella uttanlands, ella til eina kommunu.
Ítøkiliga merkir hetta í hesum førinum, at øll áhugaði kunnu lána pengar til Vágs kommunu, frá 200 kr. og uppeftir. At lána til eina kommunu verður mett verða við sera lítlum váða, tí ein kommuna kann ikki fara á húsargang.
Umvegis Flexfunding kunnu einstaklingar og fyritøkur fáa 0,45% í rentu, tá tey verða partur av at fíggja Vágs kommunu. Sum er, so er null renta av innlánum í peningastovnunum og í summum førum enntá negativt renta, so hetta er ein møguleiki hjá einstaklingum og fyritøkum at fáa eina betri renting av sínum pengum.
Fundurin er í Suðuroyar Sparikassa kl. 17 í dag.
Facebook viðmerkingar