Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, greiddi í Degi & viku í kvøld frá, at Bakkafrost fer at byggja stóra smoltstøð í Ónavík í Vágs kommunu.
Smoltstøðin verður umleið 10.000 fermetrar til støddar. Á smoltstøðini skulu framleiðast stór smolt og skal smoltstøðin kunna nøkta tørvin til umleið 3 mió. smolt um árið. Hetta krevur kør sum eru umleið 12.000 rúmmetrar.
Smoltstøðin fer at kosta umleið 250 mió. kr. greiddi Regin Jacobsen frá.
Bakkafrost hevur sett ráðgevar at projektera smoltstøðina, og verður arbeiði at byggja smoltstøðina boðið úr seint í ár.
Smoltstøðin skal standa klár at taka í nýtslu um 3 ár.
Facebook viðmerkingar