Sparikassastjórin: Sera væl nøgdir við áhugan fyri Flexfunding

Í desember fóru Suðuroyar Sparikassi og Vágs kommuna undir nýtt slag av fígging fyri kommunur, har lán til Vágs kommunu verður fíggjað sum hópfígging / hóplán umvegis Flexfunding.fo.

Í stuttum merkir hetta, at privatir einstaklingar, fyritøkur og stovnar (sum ein hópur av lánarum) umvegis Flexfunding kunnu lána pengar út til Vágs kommunu.

Vágs kommuna hevur gjørt av at umfíggja eitt lán á 29 mió. kr. og er hetta bjóðað út á Flexfunding.fo, har einstaklingar, fyritøkur og stovnar kunnu stovna seg sum lim, í hesum førinum sum útlánara.

Tey, sum lána út umvegis Flexfunding.fo fáa 0,45% í rentu, meðan Vágs kommuna rindar 0,60% í rentu til Flexfunding.fo; og fara so 0,15% sum umsitingargjald til Flexfunding.fo.

Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, sigur, at higartil eru umleið 20% av láninum teknaði av privatum einstaklingum, fyritøkum og stovnum – og freistin er ikki farin enn, tí hon er úti fríggjadagin 18. jan. 2019.

Tann parturin, sum privatir einstaklingar, fyritøkur og stovnar ikki tekna av láninum, teknar Suðuroyar Sparikassi, so Vágs kommuna er garantera at fáa 29 mió. kr. í fígging til 0,60% í rentu.

Hetta er fyrstu ferð í heimssøguni, at ein kommuna verður fíggjað umvegis hópfígging / hóplán, og hava vit við hesum gjørt okkum nakrar spennandi royndir. Eitt er, at fólk meta, at bindingstíðin á 3 ár kanska er ov long. Summi meta eisini, at rentan á 0,45% er ov lág, men hendan rentan er meiri enn tað, sum fólk fáa í vanligum innláni í dag, sigur Søren L. Bruhn.

Vit eru vælnøgd við gongdina. Vit hava fingið 20% fleiri kundar til Flexfunding.fo-platformin og vøksturin í hópfígging / hóplánum í Føroyum hevur verið á eini 600% seinastu mánaðirnar, sigur Sparikassastjórin.

Millum stóru kundarnir er Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, sum hevur gjørt av at taka 5 mió. kr. av fíggingini hjá Vágs kommunu, men annars kunnu øll verða partur av hesum við fígging frá 200 kr. og uppeftir, sigur Søren L. Bruhn.

Ongin ivi er um, at hópfígging, tvs. fígging har ein hópur av einstaklingum, fyritøkum og stovnum, lána út til verkætlanir og kommunur umvegis t.d. Flexfunding.fo, er ein leistur, sum fer at verða púra vanligur innan stutta tíð. -Og vit vænta eisini, at fleiri kommunur fara at fáa fígging umvegis Flexfunding.fo komandi tíðina, sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Facebook viðmerkingar