Felagið Føroysk Træseglskip: 2. juni 2019 eru tað 100 ár síðani, at Merkið fyri fyrsta ferð alment varð borið fram. Hetta fór fram í Nordmandsdalen í Fredensborg Slotspark, og tað var Kjartan Mohr, ið gekk á odda fyri skrúðgonguni við Merkinum.
Felagið Føroysk Træseglskip gjørdi á aðalfundi í november 2017 av at heiðra Merkið við at sigla til Danmarkar fyri 2. juni 2019 í skrúðgongu at ganga í fótasporunum hjá teimum, sum í 1919 gingu til Nordmandsdalen. Men hví fara skipini til Danmarkar?
Jú, føroysku skipini vóru tey fyrstu, sum tóku merkið til sín, og skipini slóðaðu soleiðis fyri, at Merkið seinni varð alment viðurkent sum tjóðarflagg føroyinga.
Tey sjey skipini, sum fara til Danmarkar eru: Westward Ho (1884), Johanna (1884), Dragin (1920), Thorshavn (1940), Norðlýsið (1945), Heimdal (1919) og Norðan (1919). Tølini í klombrum er byggiárið hjá tí einstaka skipinum.
Endamálið við ferðini er at geva dønum eina jaliga og meiri rættvísa mynd av Føroyum í mun til tað, ið ofta verður ført fram í teimum donsku fjølmiðlunum. Fyri at røkka hesum endamáli verða ymisk tiltøk av bæði vinnuligum og mentanarligum slagi í øllum býunum, sum flotin kemur til.
Fleiri føroyskar fyritøkur luttaka í rundferðini við tí fyri eyga at kunna um føroyskar vørur, men sjálvandi eisini fyri at selja vørurnar. Talan er t.d. um klædnavørur, bøkur, tónleik, matvørur og Føroyar sum ferðamál. Á sjónvarpsskýggjum verða sýndir stuttir filmar um Føroyar, føroyskar bygdir/býir og føroyskar vørur og veitingar.
Í øllum býunum verður føroyskur tónleikur at hoyra, tí avtala er gjørd við ymiskar tónleikarar um at sigla við skipunum og at spæla. Stílað verður eisini fyri søluframsýningum av málningum, har føroyskir listamálarar fara at sýna fram. Men eisini búkurin skal hava sítt, og tí fer Birgir Enni at framleiða brellbitar úr góðum, føroyskum rávørum til tey, sum koma umborð, tá ið opið skip er. Skipað verður eisini fyri serligum tiltøkum, har fyritøkur og stovnar, sum stuðla Flaggsigling 2019, bjóða viðskiftisfólk teirra til móttøku umborð á skipunum.
Ferðin til Danmarkar byrjar í Odense, har skipini koma tann 23. mai 2019. Flotin fer at liggja við bryggju beint við Nordatlantisk Hus, og flotin verður partur av Havnekulturfestivalen í Odense, sum savnar eini 20.000 – 30.000 fólk teir 3 dagarnar, festivalurin varir.
Fra Odense gongur leiðin til Århus, har flotin kemur 27. maj. Flotin fer at liggja við Honørkajen, ið er beint við tað nýggja og stásiliga høvuðsbókasavnið í býnum. Á høvuðbókasavninum verður framsýning av og um føroyskar bókmentir, eins og upplestur av føroyskum bókmentum.
Síðsti steðgur, áðrenn flotin kemur til Keypmannahavnar, er Helsingør. Har kemur flotin at liggja beint við Museet for Søfart. Eitt kunningartiltak verður á savninum um menning av føroyska skipaflotanum tey seinastu 150 år. Skúlaflokkar í Helsingør fáa tilboð um at vitja skipini og hoyra um tann týdning, sum sluppirnar høvdu fyri menning av føroyska samfelagnum.
30. maj, kl. 8:30 siglir flotin til Keypmannahavnar. Við umborð verða nøkur kend umframt serliga innboðin fólk. Í Keypmannahavn fer Diana Victoria saman við føroyskum árabátum at rógva framman fyri flotan fram til Norðuratlantsbryggjuna, har flotin fer at liggja í eina góða viku. Meðan flotin liggur við Norðuratlantsbryggjuna, verða ymisk føroysk tiltøk bæði á skipunum, á bryggjuni og í húsinum. Talan er m.a. um tónleikatiltøk, vøruframsýningar, vørusølu og málningaframsýning. Móttøkur verða umborð fyri viðskiftafólk, sum høvuðsstuðlarnir hava samband við.
2. juni 2019 er dagurin, tá ið Merkið fyri fyrsta ferð varð sýnt alment fram. Hetta hátíðarhalda vit við fyrst at fara í skrúðgongu við Merkinum á odda frá Norðuratlantsbryggjuni til Regensen, har Merkið var sniðgivið. Røður verða hildnar, og sangir sungnir. Frá Regensen verður farið í Holmens Kirke, har hildin verður ein føroysk Merkisgudstænasta. Eftir lokna gudstænastu koyra bussar til Nordmandsdalen við Fredensborg Slot, har luttakararnir í skrúðgongu fara at ganga í fótasporinum hjá Kjartani Mohr, sum í 1919 har á fyrstu sinnu sýndi fram Merkið.
Merkisberari 2. juni 2019 verður Mórits Mohr, abbasonur Kjartans. Í Nordmandsdalen verður røður hildnar, og sangir sungnir. Tá ið komið er aftur til Norðuratlantsbryggjuna, verða ymiskur tónleikur og føroyskur dansur á skránni.
5. juni verður siglt til Ebeltoft, har flotin fer at liggja við síðani av Glassavninum og framann fyri Fregatten Jylland, sum tríggjar ferðir hevur verið í Føroyum. Síðsta ferðin var í 1874 sum kongaskip. Í Ebeltoft verða sølutiltøk av føroyskum vørum, málningaframsýning umframt tónleikatiltøk. Har fer Birgir Enni eisini at vera gestakokkur á einari matstovu, ið liggur beint við síðuna av bryggjuni, har flotin liggur bundin.
Sunnudag tann 10. juni 2019 siglir flotin heimaftur. Á veg heim fer flotin inn til Leirwick tann 12. juni fyri at sýna skipini fram og kunna bæði fólk á staðnum og fjølmiðlarnar um tann avgerandi týdning, sum bretska stjórnin spældi í føroysku flaggsøguni 25. apríl 1940. Øll skipini verða aftur í Føroyum 15. juni.
Fyri at runda av Flaggsigling 2019 fara skipini tann 22. juni 2019 á Tvøroyri, so manningarnar sunnudagin 23. juni 2019 kunnu luttaka í Merkisgudstænustu í Famjin, har Jens Oliver Lisberg liggur grivin. Um kvøldið verða ymisk tiltøk í Salt fyri við stíli at avrunda Flaggsigling 2019.
Facebook viðmerkingar