Tvøroyrar Kommuna og Fjølrit avtalu um nýtslu av vardum verkum
Hin 14. Januar í ár, gjørdu Tvøroyrar Kommuna og Fjølrit avtalu um nýtslu av vardum verkum. Fjølrit er umboð rættindahavarar, tá ið verk, vard av lógini um upphavsrætt, verða nýtt. Avtalan inniber, at í Tvøroyrar Kommunu kunnu vard verk verða brúkt lógliga, bæði innanhýsis í kommununi og í undirvísing.
Innanhýsis brúk er til dømis at taka avrit av eini grein og býta hana út til øll starvsfólkini. Undirvísingarbrúk merkir til dømis at ljósrita eina mynd og vísa í uppvørpu fyri einum flokki í Tvøroyrar skúla. Avtalan fevnir eisini um barnagarðar og dagstovnar, tá ið sangtekstir verða býttir út til børnini.
Bæði fyri innanhýsis- og undirvísingarbrúk er ársgjaldið 200 kr fyri hvønn fólkaskúlanæming, sum hoyrir heima í Tvøroyrar kommunu.
Ársgjaldið verður, eftir at umsitingarútreiðslur eru drignar frá, goldið upphavsfólkum sum brúksgjald.
Tvøroyrar Kommuna fegnast um, at avtalan er undirskrivað og sær fram til eitt gott samstarv við Fjølrit.
Facebook viðmerkingar