Synergi: Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2019, hevur nú funnið fram til 3 sterkar topp-kandidatar.
Í dómsnevndini 2019 sita Christian Nagata, sjóri Sendistovan, Guðrið Højgaard, stjóri Visit Faroe Islands og Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetur Føroya.
TOPP 3 í stavrað:
Topp 3 kandidatar innan tað almenna
Dennis Holm, borgarstjóri, Vágs kommuna
Hedvig Johansdóttir, stjóri Dugni
Joel undir Leitinum, stjóri Posta
Topp 3 kandidatar innan tað privata
Árni Ellefsen, stjóri, BankNordik
Árni Jakobsen, stjóri, SMJ
Jonhard Mikkelsen, stjóri, Sprotin
Fríggjadagin 25. januar verður avdúkingin
Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar ur øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 25. januar. Høvuðsrøðari á degnum verður Morten Albæk, kendur m.a. frá síni tíð sum samskiftis- og marknaðarstjóri í Vestas. Morten Albæk er nú aktuellur við bókini ”Ét Liv. Én Tid. Ét Menneske – Hvordan vi glemte at leve et meningsfuldt liv”.
Stóra tema á degnum er “Skal tað geva meining”.
Røðarir:
Páll Isholm | Setir dagin
Frimodt Rasmussen | úr skjáttini hjá Ársins privata leiðara 2018
Karen Marie Lillelund | Njót lívið
Jón Sigurdsson | Burðardygg menning er nakað vit hugsa nógv um
Jan Ziskasen | Við hvørt er neyðugt at traðka út av eggini
Bertóra Høgnadóttir | Tað snýr seg ikki bara um at leggja ár til lívið, men lív í árini
Róland í Skorini | Menniskjað leitar eftir meining
Birita Nolsøe | Heimsmál – eitt mál í heiminum
Áhugin fyri degnum er stórur, tó ber enn til at tekna seg.
Les alt um Leiðaradagin 2019 her: www.leidaradagurin.com
Facebook viðmerkingar