Methøgt ferðafólkatal um Suðuroyarfjørð í 2018

Í 2018 ferðastu 266.358 fólk um Suðuroyarfjørð og er hetta tað mesta nakrantíð. Talið av bilum nærkaðist 105.000 bilum og er hetta fyrsta árið, at fleiri enn 100.000 bilar eru fluttir um Suðuroyarfjørð við Strandferðsluni.

Ár um ár er talið av ferðandi um Suðuroyarfjørð vaksið síðan 2013, eftir at eina minking frá 2012 til 2013. Í 2013 ferðastu 215.608 fólk um Suðuroyarfjørð og er talið av ferðandi sostatt vaksið við góðum 50.000 fólkum hesi seinastu 5 árini.

Vøksturin frá 2017 til 2018 var 16.000 fólk ella út við 6,5% – úr 250.305 ferðafólkum uppí 266.358 ferðafólk.

Ikki bara talið av ferðafólki veksur, tað ger talið av bilum, sum verður flutt um Suðuroyarfjørð eisini. Í 2018 vórðu 104.979 bilar fluttir við Strandferðsluni um Suðuroyarfjørð og er hetta eisini ein vøkstur á útvið 6,5% í mun til 2017, tá 98.679 bilar vórðu fluttir um Suðuroyarfjørð.

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar