Eitt av nýggju spennandi og vælumtóktu tiltøkunum í Suðuroynni er Føroya sunnasta hálvmaraton, sum í ár verður á 3. sinni. Og nú er greitt, at Føroya sunnasta hálvmaraton verður leygardagin 21. Sept.
Føroya sunnasta hálvmaraton byrjar við SALT á Drelnesi og so verður runnið til Vágs. Runnið verður gjøgnum Hovstunnilin og leiðin hevur undanfarin á eisini gingið oman til Hov og oman til Porkeris.
Fylgjast kann við á Facebook-bólkinum Føroya Sunnasta hálvmaraton, har kunning er um tiltakið og mangt annað.
Facebook viðmerkingar