Leygardagin 2. februar frá kl. 11.00 – kl. 15.00 verður sølu og umbýtismarknaður í auluni í Vágs Skúla.
Kom og ger ein góðan handil ella být jakkan um við eina tasku, kannuna við eina reol.
Til ber eisini at keypa eitt borð til ”luxusloppurnar” ella heimavirkis vørur – kostnaður 100 kr.
Um tú hevur hug at verða við – keypa eitt borð, ring/skriv til okkum, seinasta freist at melda til, er 27/1-19 kl. 12.00.
Skótarnir hava kaffisølu, tombula og onnur barnavinarlig tiltøk. Tey hjálpa eisini at seta borð og stólar upp. Peningurin sum kemur inn, fer til skótarnar.
Tey klæðir og ting tú ikki sleppur av við, verða latin til Frelsunaherin og tingini verða koyrd yvir í endurnýtslubingjuna á Oyrunum.
Rúna Wenningsted Hansen tlf.281717 / Facebook
Tina Grønbech Tausen tlf. 595049 / Facebook
Facebook viðmerkingar