Suðuroyggin hevur eitt rørslufelag í nevnist Hvistan, og sum við regluligum venjingum og tiltøkum er rættuliga virki.
Tórsdagin kl. 18.30 bjóðar Hvistan bæði royndum íðkarum og eisini nýggjum, til ein kunnandi fund í fundarhølinum í Marghøllini.
Á fundinum verður kunnað um:
*) Venjingarnar í Hvistuni (bæði á Tvøroyri og í Vági)
*) Sirkulvenjingar (styrkivenjingar – har ØLL kunnu vera við)
*) Nýggju heimasíðuna
*) Limagjald – og hvussu hetta verður rinda nú
*) HEILT serligt limatilboð, ið verður avdúkað á fundinum.
*) Royal Run – venjingar og kunning um hvussu ein kemur ígongd
Tiltakið er ætlað øllum, ið eru virkin ella hugsa sær koma ígongd, og verður kl. 18.30-19.00, tá ið sirkulvenjing, ið bæði er gevandi og góð, men sanniliga eisini sera stuttlig verður.
Vælkomin
Facebook viðmerkingar