Hvistan: Nýggir limir vælkomnir

Nú nýtt ár er byrjað, royal run verður og fólk hava sett sær mál, so er høvi at koma ígongd. Hvistan býður tær vælkomnum, um tú ert í form ella ei.

Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um rørslu, heilsu og týdningin av at gera ting saman.

Í hesum sambandi, vilja vit ið eru limir og fyriskipa í Hvistuni bjóða tær vælkomnum við.

Øll kunnu luttaka, tí ein nýtist ikki byrja ov ógvusliga. Venjingarnar hesa vikuna eru soleiðis:

*) Mánakvøld kl. 19.00 í Marghøllini 
*) Ónskvøld kl. 19.00 (NÝGGJ TÍÐ) við Stórá
*) Tórsdagin kl. 19.00 sirkulvenjing í Marghøllini (til ber eisini at ganga runt, ímeðan hini gera sirkulvenjing)
*) Fríggjadagin kl. 17.00 við Stórá

Ætlandi verður eisini felagstúrur leygardagin – meira um tað á heimasíðuni í vikuni – nýggja heimasíðan er at finna á www.hvistan.fo

Vælkomin við

Facebook viðmerkingar